Mentan

Jólagáva frá Eivør og Hans

Nærveran hjá Marius í nýggjari útgávu

Hans Poulsen, tónleikaframleiðari

Hans Poulsen, tónleikaframleiðari

2022-12-27 09:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjálvan jólaaftan var eitt nýtt føroyskt lag at hoyra á tónleikatænastunum.

Talan er um kenda lagið, “Nærveran” hjá Hans Marius Ziska, sum Hans Jacob Kollslíð gjørdi orðini til, sum er innspælt av nýggjum har Eivør Pálsdóttir syngur.

Tað er framleiðarin Hans Poulsen, sum hevur latið lagið gjørt. Hann greiðir frá í eini dagføring á sosialu miðlunum, at hann fekk til uppgávu at gera eina nýggja innspæling, sum skuldi brúkast til eina lýsing.

Hóast tað bert var eitt brot av lagnum, sum skuldi brúkast, avgjørdu tey tó at spæla allan sangin inn, og nú er hann tøkur hjá almenninginum at lurta eftir.

Hans Poulsen skrivar soleiðis:

Jólaaftan kann eisini vera útgávudagur! Herfyri varð heitt á meg at gera eina útgávu av framúr vakra lagnum "Nærveran" hjá Hans Marius Ziska, sum Hans Jacob Kollslíð snikkaði orðini til, til eina lýsing. Vit avgjørdu at innspæla allan sangin, hóast bert partar av honum skuldu brúkast í sjálvari lýsingini.

Nú er tøkuútgávan tøk á stroymingtænastunum.

Sangur og kór: Eivør
Strúkarar: Fames Project - Orchestral Music Recording
Klaver: Hans Poulsen
Útsett fyri strúkarar: Hans Poulsen
Innspælt í IntroVers Studio, Skopje í Makedonia og heima hjá Eivør.
Ljóðblandað í IntroVers Studio
Útgevari: Mahogni Music Publishing


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder