Innanlands

Jólaborðhald og rúsdrekkakoyring – verða fleiri tikin hesa tíðina?

Tað verður viðgjørt í Ferðsluvitanum á FM1 kl.15.

Benny Ejdesgaard, vertur, og Karl Leonsson, løgreglumaður

Benny Ejdesgaard, vertur, og Karl Leonsson, løgreglumaður

2026-11-20 11:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú jólaborðhaldini eru byrjað, setur Ferðsluvitin sjóneykuna á rúsdrekka og rúsevni í ferðsluni. Hvat hendir í heilanum, og hví kann ein bilførari hava ilt við at meta um, hvussu ávirkaður hann er? Í samrøðu við Poul Jákup Thomsen, rúsevnaráðgeva, verður eisini komið inn á, hvussu heilivágur kann ávirka koyriførleikan, og hvat luttakararnir læra á RRF-skeiðnum um rúsdrekka, rúsevni og ferðslu.

Karl Leonsson frá ferðsluløgregluni er við beinleiðis í sendingini. Kannar løgreglan fleiri bilførarar, meðan jólaborðhaldini eru, og verða fleiri tiknir fyri rúsdrekkakoyring hesa tíðina? Tosað verður eisini um promillumørk og revsing. Karl greiðir harumframt frá seks tíma regluni. Nær er hon galdandi, og hvussu ofta fær løgreglan slík mál?

Hevur tú ein spurning um eitthvørt í ferðsluni? Longu frá kl. 12 kanst tú senda hann á SMS til 55 99 99. Spurningar verða tiknir upp í beinleiðis sendingini á FM1 eftir tíðindini kl. 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder