Mentan

Jól við Løkin um vikuskiftið

Vælumtókta jólakonsertin í Løkshøll verður um vikuskiftið – tríggjar framførslur eru settar til sølu

2025-11-18 12:00 Author image
Innsent
placeholder

Hvat fyri sangur fær teg at hugsa um jólini? Einki kann sum tónleikur vekja okkara sansir og mana fram minnir um jólini, sum nú stunda til. Hátíðarligu og fólksligu jólakonsertirnar við Løkin fara av bakkastokki í vikuskiftinum og hava heilt víst onkran sang á skránni, sum fær teg í rættan jólahýr.

Jól við Løkin sá dagsins ljós í 2014 og hetta er sostatt ellinta ferðin, at hesar konsertirnar seta sín serliga dám á økið. Ein konsert verður leygarkvøldið og tvær sunnudagin.

Í ár er tað lokali tónleikarin og framleiðarin, Hans Poulsen, sum er kapellmeistari. Størri dentur verður hesaferð lagdur á blásarabólkin og ynski er, at konsertirnar skulu vera eitt gott bland av tí hátíðarliga og fólksliga.

Sophilia er unga stjørnuskotið

Í ár er tað Sophilia Wraae Mukisa, sum er unga stjørnuskotið. Sophilia byrjaði sum smágenta at fáa frálæru í violin og sello á Tórshavnar Musikkskúla, men hennara alskur til sang gjørdi, at hon legði strúkiljóðførini á hyllina og byrjaði at syngja í kórið og røddin hevur síðani verið hennara ljóðføri. Í 2022 luttók Sophilia við solosangi í tónleikakappingini Stella Polaris og fekk eina flotta triðju virðisløn.

Sophilia er eisini partur av festliga gospelkórinum BRAK, sum eisini verður á skránni í ár og heilt víst fer at seta lív í áhoyrarafjøldina við karismatiska Ingmari Mikkelsen á odda.

Harumframt hava vit eisini eina faðir-dóttir duett við Ronny og Mariu, og tey fara at framføra tveir vakrar føroyskar jólasangir. Sámal Hanni Lognberg er nokk fyrsti skopuningur, ið hevur luttekur á Jól við Løkin, ímeðan lokala og útgávuaktuella Hervør Sabina hevur luttikið tvær ferðir áður, tó eru tíggju ár liðin síðani seinast.

Og so eru vit eisini fegin um at hava fingið FMA-virðisløntu Guðrið Hansdóttir at luttaka á fyrsta sinni.

Hjúkla um pallin

Nógv verður gjørt burturúr at prýða pallin og hjúklað verður eisini um bæði ljós og ljóð fyri at skapa eina so góða uppliving sum til ber. Ragnhild Ellingsgaard og Svend Danielsen fara á lættan og sjarmerandi hátt at leiða áhoyrararnar á ferð gjøgnum fjølbroyttu skránna av bæði kendum útlendskum og forkunnugum føroyskum jólaløgum.

Afturvið tónlistarligu upplivingini verður borðreitt við kaffi, karamellum og rís á la mande. Atgongumerki eru á fáa á loksholl.fo

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder