Mentan

Jól við Løkin ger koronatillagingar

Heitir á fólk um at flyta síni atgongumerki ella fáa tey afturgoldin

Jól við Løkin (savnsmynd)

Jól við Løkin (savnsmynd)

2021-11-23 11:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú Føroyar framhaldandi eru gular við atliti til koronasmittuna, síggja fyrireikararnir seg noyddar til at gera broytingar í teimum ætlaðu fýra Jól við Løkin-konsertirnar, sum verða hildnar leygardagin 4. og sunnudagin 5. desember.

Orsøkin er, at ov nógv atgongumerki eru seld í mun til hvussu nógv fólk nú kunnu sleppa inn í konserthølið.

Fyrireikararnir hava tí sent bræv út til tey, ið hava keypt atgongumerki fyri at greiða frá støðuni.

Tær fýra konsertirnar verða hildnar sum ætlað, tó við færri fólkum inni. Uppgávan er nú at minka talið av áhoyrarum til hvørja av hesum konsertunum fið 50.

Til tess at øll kunnu fáa høvi at uppliva konsertirnar, verður tí skipað fyri eini eykakonsert fríggjakvøldið 3. desember.

Heitt verður tí á fólk um at flyta síni atgongumerki til hesa konsertina ístaðin.

Ein annar møguleiki er at avhenda sítt atgongumerki og fáa peningin endurgoldnan.

Krav verður sett til allar gestir til Jól við Løkin um at vísa koronupass, koronukanning yngri enn 72 tímar ella prógv sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið.

Freistin fyri at boða frá í hesum sambandi er á middegi fríggjadagin.

Tey, ið framføra tið Jól við Løkin í ár eru: Heini Lützen, Bárður á Lakjuni, Jónhild Djurhuus, Lív og Tróndur Enni, Anna Lovisa Mýri, Dupultkvartettin, Jóannes B. Lamhauge og Fríði Sigmundsson. 

(tekstur rættaður kl. 11.54)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder