Innanlands

Jógvan Skorheim: Tað er bara løgtingið sum skal ráða í Føroyum

Tvey fólkatingsumboð skulu ikki fáa avgerðarrætt í føroyskum málum á fólkatingið. Tað skulu løgtingið og føroyska stjórnin

2019-05-22 15:14 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Hetta er ein møguleiki, sum fólk ongantíð hava havt fyrr. Vit hava lagt uppskot fyri løgtingið tvær ferðir, men nú leggja vit tað út til fólki at taka støðu til. 

Tað sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, í sambandi við at valskráin hjá flokkinum varð løgd fram klokkan 10 í morgun. Sjálvstýri hevur boðað frá, at flokkuri fer ikki at seta seg í fólkatingssessin, um flokkurin vinnur hann. Formaðurin í flokkinum vísur á, at tað er ein rúgva av fólki, sum ikki atkvøður til fólkatingsval. 

- Nú geva vit teimum møguleika at siga, at tann eini stólurin skal standa tómur. Tey kunnu koma á val og velja eina avtøku av tí eina sessinum, sigur Jógvan Skorheim. 

Sjálvstýri sigur í valskrá síni, at flokkurin gongur inn fyri, at danir skulu ráða í Danmark meðan føroyingar skulu ráða í Føroyum. Men sum nú er, verða avgerðir tiknar um føroysk viðurskifti á fólkatingi. Er ikki týdningarmikið, at vit hava umboð á fólkatingi, tá føroysk mál liggja í fólkatinginum? 

- Vit hava bara sæð tað seinastu árini, at fólkatingsumboðini ikki fylgja tí linjuni, sum løgtingið og føroyska stjórnin hevur lagt. Teir kunnu eisini ganga beint ímóti viljanum hjá føroyska fólkinum, sigur Jógvan Skorheim, sum leggur afturat tað altíð eigur at vera føroyska stjórnin, sum stendur á odda fyri viljanum hjá føroyingum. Men hvat við uttanríkis- og verjupolitikki, sum verða avgjørd í Danmark, men sum kunnu fáa ávirkan á Føroyar? 

- Sjónarmiðini eru aldrin blivin førd so greitt fram av fólkatingsumboðum, at tað hevur broytt nakað. Eg haldi eisini reint prinsipielt at tað altíð eigur at verða løgtingið og føroyska stjórnin, ið stendur á odda ímóti útlendskum stjórnum, eisini tí donsku, sigur Jógvan Skorheim, sum ikki heldur at tvey fólkatingsumboð skulu hava ov stóran avgerðarrætt. 

Sjálvstýri hevur valt at stilla upp, hóast flokkurin ikki ætlar at sita í sessinum, um flokkurin vinnur hann. Flokkurin kundi eisini valt at sett seg í sessin og lagt uppskot fram og reist fyrispurningar um avtøku av føroyskari umboðan á fólkatingi. Men Jógvan Skorheim greiðir frá, tey vilja ikki ávirka danskan politikk á nakran hátt. 

- Vit vilja ikki blanda okkum í donsk viðurskiftir. Við ikki at møta upp, blanda vit okkum ikki. So mugu danskir flokkar gera sín egna meiriluta, tí vit fara ikki at verða grundarlag undir nakrari stjórn, sigur formaðurin í Sjálvtýri. 

Hvør skal ikki sita fyri Sjálvstýri? 
Ímun til aðrar flokkar, hevði Sjálvstýri ongan valevnislista kláran, tá flokkurin legði valskránna fram í dag. Á tíðindafundinum segði formaðurin í flokkinum, at flokkurin hevði landsnevndarfund um uppstillingina í kvøld, og at listin væntandi veðrur klárur í morgin. Men hann kundi vátta, at hann sjálvur stillaði upp. 

- Vit velja at fráboða valevnislistan í morgin. Aðrir flokkar eru heldur ikki komnir við valevndislistum enn. Men hetta valið er serligt, tí hetta ikki hevur verið roynt áður. Tí er eisini týdningarmikið, at vit umhugsa akkurát, hvussu vit stilla upp, sigur Jógvan Skorheim. 

Tað eru onnur enn bara Sjálvstýri, sum ikki ynskja at hava fólkatingsumboðan. Páll á Reynatúgvu hevur lagt uppskot um at avtaka sessirnar fyri løgtingið í farna tingári, og tá vóru fleiri tingfólk, sum ætlaðu at taka undir við avtøkuni. Eitt nú umhugsaði Miðflokkurin at gera tað. Hevði ikki verði rættast at lokka fleiri av hesum valevnum at stilla upp við Sjálvstýri? 

- Tað hava vit ikki roynt. Vit hava havt uppskotið fyri í løgtinginum fyri fyrr, men ikki fingið undirtøku fyri hesum. Eg veit heldur ikki, um Miðflokkurin hevði tikið undir við hesum. Men eg haldi hettar er tann besti mátin, tí veljarin fær møguleika at taka støðu til sessin á hendan hátt, sigur Jógvan Skorheim at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder