2025-06-25 14:50

Býráðið í Sunda kommunu samtykti á býráðsfundi tann 23. mai at seta Jógvan Philbrow í starv sum dagstovnaleiðari á Flatinum á Oyrarbakka.
Jógvan er 51 ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur. Hann hevur starvast sum stovnsleiðari í góð 10 ár, og síðani sum formaður í Føroya Pedagogfelag í 9 ár. Seinasta árið hevur Jógvan starvast sum námsfrøðingur á dagstovninum Brúsa í Leirvík.
Jógvan byrjar í starvinum 1. august.
Sunda kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald