Innanlands

Jobmatch verður á tykisheiminum í ár

Møguleikarnir eru teir somu og enntá fleiri við at halda tiltakið - koronatrygt - á virtuellum palli

Frá Jobmatch í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frá Jobmatch í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-15 12:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jobmatch, sum vanliga verður hildið í Norðurlandahúsinum millum jólanna, verður í ár flutt yvir á ein tykisligan pall, sum í stóran mun kann tað sama, og á ein hátt meira, enn tann fysiski pallurin, vit kenna til, kann.

Tað boða fyrireikararnir av Jobmatch frá í dag. Talan er um ein tykisligan – virtuellan – pall, sum er royndur í øðrum londum og fær góð ummæli frá bæði fyritøkum og lestrarstovnum, verður sagt.

Orsøkin til hesa avgerð er korona farsóttin, sum í hesum føri gevur høvi at skapa tiltøk á ein øðrvísi og koronafríðan hátt.

- Við at flyta tiltakið yvir á tann talgilda pallin, kunnu vit bæði røkka teimum, sum búgva og virka í Føroyum umframt tey, sum eitt nú sita hinumegin knøttin og ynskja at koma í samband við føroysku vinnuna. Hervið eru tað enn fleiri vitjandi, sum kunnu luttaka á Jobmatch og netverka við føroyska vinnugeiran, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Tann tykisligi pallurin er skipaður eins og tað fysiska tiltakið við básum við ymiskum sniði og samleikum, framløguhøli, forhøll og kunningardiski. Hvør luttakari kann leggja lýsing av felagnum, leys størv, verkætlanarevnir, filmar o.a. út á sín básavanga, sum tann vitjandi kann lesa, síggja og taka niður

JobPrát verður eisini á skránni í ár, tó í víðkaðum vavi enn undanfarin ár. Umframt at tað er møguligt hjá teim vitjandi at bíleggja JobPrát við luttakararnar, so fara luttakararnir í ár eisini at fáa høvið at bíleggja prát við tey vitjandi.  

Jobmatch 2020 verður sum vanligt millum jóla og nýggjar – í ár týsdagin 29. desember frá kl. 12 til 17.

Jobmatch verður stuðla av Tórshavnar kommunu og Bakkafrost. Í stýrsibólkinum sita umboð fyri Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsið og MFS. Katrin I Gregersen, ráðgevi í Syntesa, er samskipari av Jobmatch.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder