Innanlands

Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjóðveldi

Fyrrverandi sjúkrahússtjórin fer nú upp í politikk. Hann er sama lista sum borgarstjórarnir í Fuglafirði og í Eysturkommunu

Jóannis Erik Køtlum - Mynd: Sverri Egholm

Jóannis Erik Køtlum - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-16 11:45 Author image
Agnar Prestá

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði í gjár 3. uppstillingarfund. Sambært Norðlýsinum eru fýra valevnir á listanum hjá felagnum: Borgarstjórarnir Jóhan Christiansen (Eysturkommuna) og Sonni á Horni (Fuglfjarðar Kommuna), miðnámsskúlalærarin Pól Esper Hansen og Jóannis Erik Køtlum. 

Jóannis Erik Køtlum varð stjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri sjúkrahúsverki Føroya frá 1. januar 2018 til mars í ár. Fyri fýra mánaðum síðani ynsksti hann at verða loystur úr starvinum. Jóannis Erik Køtlum er 53 ára gamal og er útbúgvin cand. merc í búskaparfrøði. Hann hevur áður millum annað verið deildarstjóri og virkandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og stjóri í grønlendska heilsuverkinum.  

Sonni á Horni sigur við Norðlýsið, at onnur valevni framvegis kunnu koma á listan hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag. 

placeholder
placeholder