Innanlands

Jóannes Eidesgaard: Samgongan fer at sita sum longst

Samgongan fer at rætta uppá skútuna so nógv, hon kann. Tí vænti eg ikki tað verður val í úrtíð, sigur fyrrverandi løgmaður

Jóannes Eidesgaard (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Eidesgaard (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-22 07:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður eitt tungt politiskt heyst, men tað verður ikki val í bræði. Í øllum førum ikki sambært royndu politikarunum Jóannesi Eidesgaard og Tórbirni Jacobsen.

Í sendingini Stjørnini - politikkur á skák á FM1 mikudagin vóru teir báðir samdir um, at eitt nú veljarakanningar gera, at samgongan ikki kastar frá sær.

- Eg trúgvi tað verður eitt aktivt heyst og komandi ár, og ivaleyst fer hendan sendingin at fáa nokk av tilfari at taka upp teir komandi nógvu mikudagarnar.

- Tað sum samgongan fer at gera, er at rætta uppá skútuna so nógv, hon kann. Tí trúgvi eg ikki at val verður í úrtíð. Sitandi samgonga fer at syrgja fyri, at man situr til síðsta dato, so man fær rætta uppá tingini, segði Jóannes Eidesgaard.

Fyri samgonguna hava veljarakanningarnar ikki sæð gott út leingi. Í seinastu veljarakanning hjá Portalinum fekk andstøðan greiðan meiriluta.

- Fara veljarakanningarnar, sum tær síggja út nú, at útloysa eitt val, eg vænti tað ikki. Vit fara at síggja eitt samanskotsgildi fyri at hóra undan til tað valið, sum skal vera sambært stýrisskipanini, segði Tórbjørn Jacobsen.

Val skal vera í seinasta lagi desember 2026.

Les eisini: Tobbi um fíggjarlógina: Sum at dansa í siropi

[object Object]

Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariasen eru fastir í panelinum í sendingini Stjørnin - politikkur á skák hjá Árna Gregersen á FM1. Sent verður hvønn mikudag klokkan 17.

Hoyr alla sendingina á fm1.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder