Tað man hava veið mangur føroyingur, sum hevur eti búff, kips og roynt eyðkendu sósirnar hjá Jensens Bøfhus gjøgnum ár og dag.
Tá ketan var uppá tað besta, vóru ein rúgva av matstovum kring Danmark. Í dag eru bert 15 eftir, og tað hevur gingið illa fíggjarliga seinastu árini.
Skjótt verður tað eisini søga. Børsen skrivar í dag, at Jensens Bøfhus skjótt snarar lykilin og verður søga. Farið veður eisini úr Svøríki, har Jensens hevur havt fleiri matsovur.
Tað er Bone's, sum hevur keypt Jensens Bøfhus, og har er avgerð tikin um at steingja matstovurnar, sum eru eftir og lata upp við øðrum konseptið.
Júst Bone's, sum koyrir við amerikanskum konsepti, hevur yvirhála Jensens.
Skjótt fyrrverandi og navnframa metstovuketan lat á fyrsta sinni upp á Aarhus í 1984.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald