Innanlands

Jens Petur Brattalíð settur sum leiðari í Páls Høll

Jens Petur skal leiða Páls Høll, nú Vágs kommuna hevur yvirtikið høllina

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-01-29 10:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í samband við at Vágs kommuna hevur yvirtikið Páls Høll varð undan jólum søkt eftir leiðara til Páls Høll. Og nú hevur Vágs kommuna sett Jens Petur Brattalíð í starv sum leiðari í Páls Høll.

Jens Petur Brattalíð hevur síðan í oktober 2017 verið leiðari í Marghøllini í Vági. Áðrenn hetta var Jens Petur samferðsluleiðari og samferðslusamskipari á Strandfaraskipum Landsins. Jens Petur hevur eisini royndir sum hallarleiðari í Vágs Høll, umframt at hann hevur drúgvar royndir sum samskipari innan ítrótt, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Ongin ivi er um, at vit við Jens Petur Brattalíð hava fingið ein sera dugnaligan og royndan leiðara av Páls Høll, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder