placeholder
Innanlands

Jenis: Vantandi koppseting hevur ikki forðað mínum arbeiði

Orsøkirnar til at Jenis av Rana ikki var við á tveimum arktiskum fundum í Íslandi hava onki við koppseting at gera, vissaði hann løgtingið um í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-20 16:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur ikki forðað Jenisi av Rana at røkja sínar uppgávur sum landsstýrismaður við uttanríkismálum, at hann ikki hevur latið seg koppseta móti korona.

Tað upplýsti hann fyri løgtinginum í dag.

Tað var Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum setti landsstýrismanninum spurningin, nú tað eru tvey dømi um, at landsstýrismaðurin ikki hevði luttiki á arktiskum fundum í Íslandi, seinast til ráðstevnuna Arctic Circle í farnu viku.

Landsstýrismaðurin var týðuliga firtin inn á framsóknartingmannin, tí hann í sínum innleggi illtonkti vantandi koppsetingina fyri, at Jenis av Rana ikki luttók á hesum fundum.

Landsstýrismaðurin segði, at orsøkin var persónlig, og harvið ikki er løgtinginum viðkomandi.

Bjarni Kárason segði seg hava forstáilsi fyri, at landsstýrismaðurin í farnu viku varð forðaður í at vera við í Arctic Circle, men legði afturat, at hann ikki hevði fingið svar uppá, hví bara løgmaður og ikki landsstýrismaðurin við uttanríkismálum var við á arktiska ráðharrafundinum í Íslandi 20. mai.

Jenis av Rana svaraði aftur, at spurningur um vantandi koppseting als ikki var orsøk til at hann ikki luttók á nevndu fundum.

Tey ókoppsettu skuldu í fimm-daga sóttarhald
Tingfólk úr Tjóðveldi undraðust eisini.

Bjørt Samuelsen greiddi til dømis frá, at tá hon var á fundi í Arctic Circle í Reykjavík í farnu viku, so skuldi hon prógva, at hon var koppsett – um ikki skuldi hon havt verið í sóttarhaldi í fimm dagar fyri at sleppa við til ráðstevnuna.

- Eru aðrar reglur galdandi fyri innbodnar VIP’arar, spurdi hon.

Høgni Hoydal vildi hava at vita, um tað var samhaldsfast, at landsstýrið heitir á allar borgarar um at lata seg koppseta, tá landsstýrismaðurin við uttanríkis-, menta- og skúlamálum ikki ger tað.

Jenis av Rana svaraði ikki hesum spurningum, men vísti á, at tað er frívillugt at lata seg koppseta, og at hetta eisini er galdandi fyri landsstýrisfólk.

- Landsstýrið - í hvussu so er henda samgongan - hevur tíbetur ongar ætlanir um at tvinga borgarar sínar til nakað sum helst, segði Jenis av Rana.

[object Object]
Bjarni Kárason Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Landsstýrismaðurin vísti á – og hann varð eisini stuðlaður av floksfelaganum, Bill Justinussen – at nógv er komið burtur úr á uttanríkispolitiska økinum, hóast landsstýrismaðurin sjálvur ikki hevur verið so nógv á flogi hesa koronaraktu tíðina, hann hevur sitið.

Kortini er tað eydnast at hitta heili tveir amerikanskar uttanríkisráðharrar umframt tann danska, grønlendska og íslendska.

Til hetta vísti Bjarni Kárason Petersen á, at føroyski landsstýrismaðurin bara hevur verið á ferð í Danmark og í Íslandi undir embætisskeiði sínum. Til Danmarkar hevur verið frítt at ferðast, og staðfestast kann, at tað í hvussu so er eru tveir fundir í Íslandi, har Jenis av Rana ikki hevur luttikið.

Landsstýrismaðurin svaraði aftur, at nógv kann fáast av skafti á uttanríkispolitiska økinum uttan at tað er neyðugt at fara av landinum.

- Eg ætli mær so ikki at ganga í fótasporunum á undanmanni mínum úr Framsókn, sum var meira á flogi enn í tinginum, segði Jenis av Rana.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder