placeholder
Innanlands

Jenis av Rana vil í landsstýrið

- Fái eg møguleikan, so verður tað, sigur formaðurin í Miðflokkinum

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-17 13:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg havi tikið avgerð um, at um eg fái møguleikan so verður tað.

Tað segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, við R7 fyrr í hesari vikuni. Tað er sjálvandi treytað av, at Føroya fólk vil tað, men formaðurin væntar at Miðflokkurin sleppur í samgongu aftur eftir næsta val.

Eisini vónar hann, at størri møguleikar vera at samanseta eitt nýtt landsstýri.

- Eg vóni at ein flokkur sum Javnaðarflokkurin kann leysríva seg frá tí samgongu hann er í í dag, so vit fáa størri møguleikar aftaná eitt val at samanseta eitt nýtt landsstýri.

Øll málsøki hava áhuga fyri Miðflokkin at umsita, segði Jenis av Rana við R7.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder