Uttanlands

Jenis av Rana: Arktis má ikki gerast spæliplássið hjá stórveldunum

Teir tríggir uttanríkismálaráðharrarnar í Ríkisfelagsskapinum hava í dag fyrireikað seg til fundin við Mike Pompeo

Jeppe Kofod, Jenis av Rana og Steen Lynge (Mynd: Ritzau)

Jeppe Kofod, Jenis av Rana og Steen Lynge (Mynd: Ritzau)

2020-07-21 19:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er í morgin, mikudagin 22. juli, at amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo, kemur til Danmarkar at hitta danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, og danska uttanríkismálaráðharran, Jeppe Kofod.

Boðin við á fundin millum uttanríkismálaráðharranar eru Steen Lynge, grønlendskur landsstýrismaður í uttanríkis- og orkumálum, og Jenis av Rana, føroyski landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum.

Eitt mál, sum verður tikið upp á fundinum í morgin, er Arktis, og tí hava teir tríggir uttanríkismálaráðharrarnir í Ríkisfelagssapinum havt ein fyrireikandi fund.

Teir tríggir ráðharrarnir ásanna, sambært Ritzau, at har kunnu uppstanda áhugamálsstríð, men at tað ikki má fáa ávirkan á trygdarpolitisku støðuna í Arktis.

– Vit stúra fyri, at Arktis kann gerast eitt spælipláss hjá stórveldunum. Vit mugu ansa eftir Arktis og fáa alt ta góða burturúr tí, men tað skal framhaldandi vera eitt lágspenningsøki, sigur Jenis av Rana.

– Fyri ríkið hevur tað stóran týdning, at samstarvið í Arktis er bygt á lágspenning, sigur Jeppe Kofod.

Grønlendski uttanríkismálaráðharrin ger eisini greitt, at tað eru trýggjar ymiskar tjóðir, sum skulu hitta Mike Pompeo í morgin.

– Har fara at vera áhugamálsstríð millum tær, men tað mugu vit loysa. Fyri grønlendska stýrið hevur tað stóran týdning, at búskaparliga menningin ikki verður tarnað orsakað av ósemju í Ríkisfelagsskapinum. Sjálvandi hevur trygdin nakað at siga, men menningin hjá fólkinum má ikki taka skaða, sigur Steen Lynge.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder