Innanlands

Javnaðarflokkurin landsstevnu í dag

Gestarøðarar verða danski ráðharrin Kaare Dybvad og íslendski stjórnarleiðarin Kristrún Frostadóttir

Íslendski stjórnarleiðarin Kristrún Frostadóttir og Aksel V. Johannesen løgmaður (Mynd: Javnaðarflokkurin)

Íslendski stjórnarleiðarin Kristrún Frostadóttir og Aksel V. Johannesen løgmaður (Mynd: Javnaðarflokkurin)

2025-05-10 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag heldur Javnaðarflokkurin landsstevnu við Tjarnir. Landsstevnan byrjar nú klokkan 9.

Klokkan 9.15 ber danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum, Kaare Dybvad, fram gestarøðu, og síðani fær íslendski stjórnarleiðarin og forkvinnan í íslendska stjórnarflokkinum, Samfylkingin, Kristrún Frostadóttir, sum eisini  orðið.

Klokkan 13 leggur Aksel V. Johannesen fram formansfrágreiðing.

Til ber at fylgja beinleiðis við á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum www.j.fo, har leinkja verður til beinleiðis stroyming frá stevnuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder