Innanlands

Játtar seg sekan ella partvíst sekan í níggju av ellivu ákærum

Í hesum døgum viðgerð Føroya Rættur eitt grovt neyðtøkumál

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-22 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Maðurin, sum er ákærdur í neyðtøkumálinum, sum verður viðgjørt í Føroya Rætti í hesum døgum, hevur játtað seg sekan ella partvíst sekan í níggju av teimum 11 ákærunum í málinum.

Sambært Útvarpinum noktar maðurin seg sekan í at hava framt blúnisbrot og í at hava neyðtikið ella havt annað kynsligt samband við barn yngri enn 15 ár.

Maðurin, sum er 42 ára gamal og hevur verið varðhaldsfongslaður síðan desember 2019, er m.a. ákærdur fyri í hálvttriðja ár at hava kynsliga misnýtt ein drong, sum var yngri enn 15 ár, tá misnýtslan byrjaði.

Eisini er hann ákærdur fyri m.a. at hava barnaporno í varðveitslu.

Les eisini: Revsiramman er 12 ára fongsul

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder