Innanlands

Jaspur Langgaard gevst í politikki

Løgtingsmaðurin hjá Sambandsflokkinu hevur tikið avgerð um at gevast í politikki

Jaspur Langaard stillar ikki upp til næsta val (Savnsmynd)

Jaspur Langaard stillar ikki upp til næsta val (Savnsmynd)

2026-01-11 15:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Løgtingsmaðurin Jaspur Langgaard, sum seinastu árini hevur havt sætið á tingi, stillar ikki upp aftur til næsta val.

Tað skrivar løgtingsmaðurin sjálvur á Facebook. 

- Eg havi avgjørt ikki at stilla upp aftur í politikki. Í hesum sambandi vil eg fegin nýta høvi at takka øllum teimum, sum persónliga hava víst mær álit og stuðul – bæði við orðum, arbeiði og undirtøku. Tað hevur havt stóran týdning fyri meg. Takk fyri ferðina og fyri álitið, skrivar Jaspur Langgaard. 

Jaspur Langgaard hevur seinastu tíðina verið varamaður fyri Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur verið í farloyvi síðani 16. desember 2024.

Nesmaðurin er fyrsti varamaður fyri Sambandsflokkin - hann fekk 256 atkvøður á løgtingsvalinum í desember 2022. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder