Innanlands

Jaspis fingin av landi

Tað eydnaðist í flóðini at fáa Jaspis av landi

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-03 13:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jaspis er fingin av landi. Roynt var um hálvgum eitt tíðina at fáa Jaspis, sum hevði siglt á land sunnanfyri Syðradal á Kalsoynni, av landi aftur.

Fráboðan kom í nátt at partrolarin Jaspis hevði siglt á land, og síðani tá hevur systurskipið Ametyst og Brimil ligið hjá skipinum.

Bíða varð eftir fullari flóð, so at roynast kundi at fáa Jaspis av landi aftur.

Ein kavari frá Brimli var niðri og hugdi eftir skipinum, og har sá ikki út til at Jaspis hevði fingið nakað serligt av skaða.

Nú var so roynt at fáa Jaspis av landi aftur, og sum myndin vísir, eydnaðist tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder