
Um midnáttarleitið var ein jarðskjálvti við eini styrki á minst 5,2 í havinum nærhendis oynni Evia í Grikkalandi.
Hetta upplýsti grikski jarðfrøðistovnurin í nátt, sambært Reuters. Tíðindastovan skrivar, at skjálvtin var 10 kilometrar undir jarðarskorpuni, umleið 50 kilometrar í ein landnyðring úr høvuðsstaðnum Athen. Fleiri miðlar skrivar, at skjálvtin merktist í høvuðsstaðnum.
Síðan hava fleiri eftirskjálvtar verið, men tó ikki eins sterkir og tann fyrsti.
Ongar fráboðanir eru um oyðileggingar ella um fólk, ið eru komin illa fyri orsaka av skjálvtanum, skrivar dr.dk.
Danska uttanríkisráðið hevur í nátt dagført sína vegleiðing fyri Grikkaland, har gjørt verður vart við jarðskjálvtan.
- Tað kann vera vandi fyri eftirskjálvtum, verður sagt, har danskir borgarar í økinum verða bidnir um at fylgja við boðunum frá lokalum myndugleikum og at halda seg dagførdar umvegis miðlar, hotell og ferðaskrivstovur.
Evia, eisini stavað Euboea, er ein stór oyggj, sum liggur heilt tætt grikska meginlandinum, og hevur vegasamband við megalandið við brúgvum tvørtur um smala Euripus sundið, sum einans er 40 metrar breitt har tað er smalast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald