2025-11-03 11:03
Í minsta lagi 20 fólk hava latið lív, og yvir 500 er særd, eftir at ein jarðskjálvti rakti norðara part av Afganistan í nátt, upplýsir talsfólk hjá afganska heilsumálaráðnum.
Upplýst verður, at talið byggir á fyribils upplýsingar, og at tað er galdandi fyri landslutirnir Balkh og Samaangan.
Fleiri fráboðanir eru um deyð og særd, men ein samlað uppgerð er ikki komin fyri alt landið. Bjargingarfólk arbeiða á staðnum, upplýsa myndugleikarnir sambært Reuters.
Jarðskjálvtin varð máldur til 6,3 á Richter-stiganum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald