Uttanlands

Japanar keypa danska edv-fyritøku

Japanska fyritøkan NEC eigur nú kt-felagið KMD, sum upprunaliga var ein interkommunalur felagsskapur

2018-12-27 10:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey 3.200 starvsfólkini í danska kt-felagnum KMD hava fingið nýggjar eigarar. Felagið verður nú dótturfelag hjá stóru japansku tøknifyritøkuni NEC.

Japanska felagið boðar frá í tíðindaskrivi í morgun, at tað hevur keypt felagið KMD frá eigarunum, sum eru grunnararnir Advent International og Sampension.

Tað er serliga styrkin hjá KMD at menna ritbúnað til almennar kundar, sum hevur gjørt, at japanar fingu áhuga fyri felagnum.

- Danmark er fyrimynd, tá tað ræður um at betra um almennar tænastur og at gagnnýta hesar við talgilding. Við keypinum av KMD fær NEC atgongd til tøkni, førleikar og tænastur í heimsflokki, sigur stjórin í japanska felagnum Takashi Niino, sambært Ritzau.

Ætlanin er eisini, at danska felagið í framtíðini skal kunna gagnnýta vitanina í japanska felagnum, serliga innan lívmáting/biometrik og eftirgjørt vit.

Fyritøkan KMD æt upprunaliga Kommunedate, og var í síni tíð ein samanlegging av fleiri kommunalum kt-støðum. Fram til 2009 var tað danska kommunufelagið, sum átti felagið, sum nú hevur ein umsetning á yvir fimm milliardir krónur.

KMD handfer næstan 20 prosent av donsku tjóðarúrtøkuni, við tað at felagið tekur sær av flytingunum, tá tað snýr seg um kontanthjálp, barnapengar, barsilspengar, arbeiðsloysispengar, fyritíðarpensjón og fólkapensjón.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder