Uttanlands

Japan: Nærum 100.000 íbúgvar yvir 100 ár

Ongantíð áður hevur Japan havt so nógvar íbúgvar, sum eru 100 ár ella eldri – Av teimum nærum 100.000, sum eru fyltir 100 ár, eru 88 prosent kvinnur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-09-15 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ongantíð áður hevur Japan havt so nógvar íbúgvar, sum eru 100 ár ella eldri.

Sambært japanska heilsumálaráðnum finnast í løtuni 99.763 japanarar, sum eru fyltir 100 ár. 88 prosent av teimum eru kvinnur.

Japan hevur eisini hægsta livialdurin. Hildið verður, at orsøkin til hetta er, at færri fólk í Japan doyggja av hjartasjúkum og vanligum krabbasjúkum sum bróst- og prostatakrabba í mun til aðrastaðni. Her spælir sunnur kostur og rørsla eisini ein leiklut, skrivar BBC.

Elsti persónur í Japan í løtuni er 114 ára gamla Shigeko Kagawa. Elsti maður í Japan er 111 ára gamli Kiyotaka Mizuno.

Tá japansku myndugleikarnir byrjaðu at skráseta fólk, sum vóru farin uppum 100 ár, í 1963, vóru 153 fólk í Japan, sum vóru fylt 100. Í 1981 var talið komið uppá 1000, og í 1998 var talið 10.000.

Í apríl 2025 búðu 123,4 milliónir fólk í Japan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder