
Sum fyrsta kvinna nakrantíð, hevur Sane Takaichi nú møguleika til at gerast fyrsti stjórnarleiðari í Japan.
Hetta er greitt eftir at ein meiriluti í japanska tjóðartinginum hevur atkvøtt fyri henni.
Nú vantar einans í, at valið av henni verður góðtiki av tí ikki so valdsmikla yvirhúsinum, skrivar BBC.
Takaichi fekk 237 atkvøður, sum er neyðugi meirilutin í undirhúsinum, har tað sita 465 limir. Hon verður væntandi tikin í eið í kvøld, skriva miðlarnir.
Sanae Takaichi er leiðari av liberaldemokratiska flokkinum í Japan, LDP. Hon tekur við sum stjórnarleiðaran eftir núverandi forsætisráðharran, Shigeru Ishiba.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald