Mentan

Janus Wiberg á Ljósfest

Janus Wiberg við bólki verður at hoyra í Vági leygarkvøldið 17. august

(Savnsmynd: DR)

(Savnsmynd: DR)

2024-03-09 19:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Janus Wiberg verður at hoyra á ársins Ljósfest, sum verður í Vági um miðjan august.

Tað boðar Vágs kommuna frá.

– Janus Wiberg luttók herfyri á danska Melodi Grand Prixnum við sanginum "I Need Your Love" og gjørdist nummar trý. Melodi Grand Prix sangurin hjá Janusi liggur ovarliga á donsku hittlistunum og fleiri viðmerkjarar á YouTube eru samdir um, at talan var um vinnara sangin, har lýsingar sum "strong voice" og "the best song" verða brúkt.

Janus Wiberg við bólki at hoyra leygarkvøldið 17. august. Við sær hevur Janus fleiri av fremstu tónleikarunum í Danmark.

– Seinastu árini er Janus Wiberg komin við fleiri hittum og nokk tað størsta er sangurin "Mítt vakra Føroya Land", sum kom út í 2017. Sangin hevur Janus gjørt saman við Jens Marna Hansen og vøkru orðini til sangin eigur mammubeiggin hjá Janusi, Norleif Wiberg Holm, og Jens Marni Hansen. Eitt annað hitt hjá Janusi er "Når Lyset Rammer Dig", sum kom út í 2020, og var nógv at hoyra í Danmark og her heima. Sangin hevur Janus gjørt saman við Marius Ziska og Søren Balsner, sum er partur av heimskenda, danska rockbólkinum Carpark North. Janus hevur eisini gjørt um sjeg í Grikkalandi, har hann er nógv spældur og hevur havt framførslur í greskum sjónvarpi, skrivar Vágs kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder