Uttanlands

Janet Yellen kann gerast fyrsti kvinnuligi fíggjarmálaráðharrin í USA

Í dag hevur Joe Biden tilnevnt Janet Yellen, ið hevur verið stjóri í amerikanska meginbankanum, til sín fíggjarmálaráðharra

Janet Yellen (Mynd: EPA)

Janet Yellen (Mynd: EPA)

2020-11-30 16:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur mánadagin tilnevnt fyrrverandi stjóran í amerikanska meginbankanum, Janet Yellen, sum sín fíggjarmálaráðharra.

Um Janet Yellen verður góðkent, gerst hon, sambært Ritzau, fyrsti kvinnuligi fíggjarmálaráðharrin í søguni hjá USA.

74 ára gamli búskaparfrøðingurin Janet Yellen, varð sædd sum ein av favorittunum at taka yvir sum fíggjarmálaráðharri í komandi umsitingini hjá Joe Biden.

Hon var stjóri í amerikanska meginbankanum í árunum 2014 – 2018.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder