2026-03-10 14:40
Hósdagin 12. mars klokkan 17.00 verður grækarismessuhald í Miðstaðarlundini í Fuglafirði.
Hesa løtuna er bókasavnið opið til klokkan 18.30. Bollar og kakao verða eisini til keyps, meðan tiltakið er.
Skótarnir marsjera inn, Hornorkestrið í Fuglafirði spælir eitt lag, og felagssangur verður eisini.
Síðani heldur Janet Skarðsá grækarismessurøðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald