
Mikudagin andaðist sjimpansuserfrøðingurin Jane Goodall, men áðrenn deyða hennara náddi hon at gera samrøðu til Netflix-røðina "Famous Last Words", og fríggjadagin kom fyrsti parturin út.
Nýggja røðin byggir á donsku røðina "Det sidste ord", har samrøður verða gjørdar við kend fólk at almannakunngera eftir deyða teirra.
Samrøðan við Jane Goodal varð gjørd í mars, skrivar Ritzau.
Les eisini: Sjimpansuserfrøðingurin Jane Goodall gjørdist 91 ára gomul
Í samrøðuni heitir hon á fólk um ikki at geva upp.
– Vilt tú bjarga tí, sum framvegis er vakurt í hesum heimi, hugsa um tað, tú gert hvønn dag. Gev ikki upp. Har er ein framtíð fyri teg, sigur hon m.a.
Tað var í juli 2024, at Netflix boðaði frá, at mann hevði keypt rættindini til "Det sidste ord" uttan fyri Skandinavia.
Í donsku røðini eru átta partar komnir út, síðan fyrsti partur varð vístur í august 2020. Fyrsti partur vísti eina samrøðu við tónaskaldið Bent Fabricius-Bjerre. Í kvøld verður 9. partur í røðini vístur á TV2, har tosað verður við filmsleikstjóran Jørgen Leth.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald