Mentan

James Carothers á ársins countryfestival

Nashville "Honkey-Tonk" sangarin, James Carothers, kemur til Føroya at spæla á Countryfestivalinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-03-08 11:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

James Carothers kemur til Føroya at spæla á Countryfestivalinum, sum verður 6. til 8. juni.

James Carothers er kendastur fyri framførslur sínar í Nashville, har hann síðan 2015 hevur framført til fleiri enn 2.000 konsertir á millum annað vælkendu AJ’s Good Bar, The Nashville Palace og Music City Bar, samstundis sum hann hevur framført á palli í londum so sum Kanada, Japan, Skotland og Norra.

[object Object]

Størsti dreymurin bleiv uppfyltur, tá hann í 2020 bleiv boðin á pall í víðakenda ‘Grand Ole Opry’ fyri túsundavís av áskoðarum. Sama ár bleiv hann útvaldur av navnframa Allan Jackson at hita upp til konsert sína á ‘Bridgestone Arena’ í Nashville.

Hetta er ein av størstu Country sangarunum, ið Nashville hevur at bjóða, so takið væl ímóti honum á palli í Sørvági í 2024, siga fyriskipararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder