Tað er í kvøld umleið millum klokkan 17.55 og 19.50, at partvís sólarmyrking er í Føroyum. Higartil í dag bendir onki á, at veðrið verður til vildar at síggja nakað serligt. Samdrigið og regn ella ælaveður.
Men sambært Hanusi Kjølbro á Veðurstovuni fer veðrið at batna í dag. Hann skrivar á vedur.fo, at longri og longri verður millum ælini – og til endans verður turt.
- Sambært trimum modellum, sum eru at síggja heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya, fer skýloftið eisini at lætna eitt sindur. Tó vísir einki av teimum klárt loft og sól, men glottar upp ígjøgnum skýlagið undan suðurættini, skrivar Hanus Kjølbro, sum hevur hesi ráð til tey, ið vilja uppliva sólarmyrkingina.
- Bestu ráðini eru at fylgja við veðrinum, hvussu tað broytist. Á faroeislandslive.com ber til at fylgja við myndum kring alt landið, hvar tað klárnar. Flestu okkara hava møguleikan at koyra ein tíma ella meir til tað rætta staðið.
Herheima er talan um partvísa sólarmyrking við tað, at 91 prosent av sólini verður fjald, tá myrkingin er størst. Um tað er skýggjað, so fer myrkingin ikki at merkjast serliga væl.
Spenningur umborð á Pison
Frystilínuskipið Pison av Viðareiði er til fiskiskap í Eysturgrønlandi. Teir liggja á leiðini, har sum full sólarmyrking fer at verða eina løtu áðrenn klokkan 18. Onkur av manningini hevur minst til at taka brillur við, so at tað ber til at síggja sólarmyrkingina.
Eisini teir hava avbjóðingar við sýninum í morgun. Veðurstovan tosaði við skiparan í morgun, lá mjørkin tættur heilt niður á sjógv. Sýnið bert 100-200 metrar. Skiparin hevur tikið myndina niðanfyri.
![]()
(Mynd: Eyðstein Sørensen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald