2019-07-26 13:42
            
        
        
                
            Hósdagin 25. juli var reisgildi í Streymnesi, tá seinastu sperrurnar í nýggja ítróttahúsinum við Margáir vórðu reistar.
Tað er sp/f Múller úr Kvívík, sum stendur fyri arbeiðnum.
Hesin partur av arbeiðinum við at víðka ítróttahúsið við Margáir kostar um 5 milliónir, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu.
Eftir ætlan verður húsið og alt arbeiðið uttan liðugt seinast í oktober.
Fleiri myndir síggjast her.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald