Mentan

Italskur filmur um flóttar

“Io Capitano” hevur vunnið heiður eitt nú á filmsstevnni í Venezia og var leingi við í kappingini um ein Oscar 

2024-03-21 17:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin sýnir Filmsfelagið ferfalda vinnaran á filmstevnuni í Venezia og italska Oscaruppskotið í ár – “Io Capitano” hjá kenda leikstjóranum Matteo Garrone

Virðislønti italski leikstjórin, Garrone, sigur í hesum hugvekjandi filmi hendingaríku søguna um vinmennirnar Seydou og Moussa, sum fara úr Dakar í Senegal. Ikki tí tað er kríggj, ella at teir av øðrum ávum eru noyddir at rýma úr heimlandinum. Teir vilja bara til lovaða landið Evropa.

Hóast søgan fer fram í okkara tíð, eru ummælarar, ið vísa til klassisku ferðasøguna hjá Homer um Odysseus, sum eisini er við í Ilionskvæðinum, sum Janus Djurhuus umsetti, og byrjar við griksku strendurnar í Ithaka.

Internet Movie Database sigur um nýggja italska filmin , at hann er: “A contemporary Odyssey through the dangers of the desert, the horrors of the detention centers in Libya and the perils of the sea.”

“Io Capitani”, sum fyrr hevur vunnið fleiri virðislønir í Venezia og San Sebastian, var italska Oscaruppskotið í ár. Nýskapandi filmurin megnaði at verða við heilt til endaumfarið í kappingini um besta altjóða film.

Leikstjórin Matteo Garrone (f. 1968) hevur fyrr gjørt harðrendar filmar um italsk brotsmannalið í fátækastu landslutunum har suðuri í landinum. Teirra millum eru “Gomorrah” (2008) og “Dogman” (2018), sum Filmsfelagið áður hevur sýnt. Garrone hevur eisini gjørt film um kendasta persónin úr italskum søgum, “Pinocchio” (2019).

“Io Capitano” er 121 minuttir langur og verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið klokkan 20.  

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder