Italska løgreglan hevur handtikið sjey fólk, sum nú eru skuldsett fyri at hava sent sjey milliónir evrur - 52 milliónir krónur - til felagsskapir, sum hava samband við palestinsku Hamas-rørsluna í Gaza.
Sambært italsku løgregluni varð peningurin savnaður inn gjøgnum fleiri felagsskapir, sum søgdu seg savna pening inn til palestinska fólkið. Men 71 prosent av peninginum varð settur av til virksemið hjá Hamas ella øðrum, sum hava samband við Hamas, skrivar Ritzau.
Umframt tey sjey, sum eru handtikin, eru tvey onnur fólk undir illgruna. Tey eru ikki handtikin, og hildið verður, at tey eru stødd uttanfyri Italia. Tí hevur Italia givið boð um at handtaka tey.
Tilsamans tríggir felagsskapir verða kannaðir í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald