Uttanlands

Ísurin á afrikansku fjøllunum burtur um 20 ár

Nýggj veðurlagsfrágreiðing vísir døpur útlit fyri Afrika

Mount Kenya, eitt av trimum afrikanskum fjøllum við liggjandi ísi á toppinum (Savnsmynd: EPA)

Mount Kenya, eitt av trimum afrikanskum fjøllum við liggjandi ísi á toppinum (Savnsmynd: EPA)

2021-10-19 11:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um tjúgu ár er seinasta kavafonnin á afrikanska meginlandinum smeltað.

Tað er niðurstøðan í eini nýggjari veðurlagsfrágreiðing, sum WMO, World Meteorological Organization, hevur gjørt í samstarvi við fleiri stovnar undir samgonguni av afrikanskum londum.

Og frágreiðingin er døpur, tá tað snýr seg um møguleikarnar hjá Afrika at tillaga seg veðurlagsbroytingarnar.

Staðfest verður, at 118 milliónir afrikanar fara at verða raktir av ringum skerpingi, yvirflóð ella ógvusligum hita. Samstundis verða teir tríggir jøklarnir á afrikanska meginlandinum eisini raktir.

Talan er um jøklarnar á fjøllunum Kilimanjaro í Tansania, Mount Kenya í Kenja og Rwenzoris í Uganda. Hesir verða allir tiðnaðir burtur í 2040’unum, um núverandi gongd í hitalagnum heldur fram.

Serfrøðingar hava leingi ávarað um, at Afrika – ið bert eigur fýra prosent av heimsins útláti av vakstrarhúsgassum – fær sera trupult við at tillaga seg veðurlagsbroytingarnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder