Uttanlands

Ísraelskur ráðharri tosar um at umvenda samkynd

- Viðmerkingarnar hjá ráðharranum lýsa ikki sjónarmiðið hjá ísraelsku stjórnini, sigur forsetisráðharrin, Benjamin Netanyahu

Luttakarar á Pride í Jerusalem í juni (Mynd: EPA)

Luttakarar á Pride í Jerusalem í juni (Mynd: EPA)

2019-07-14 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski undirvísingarmálaráðharrin, Rafael Peretz, segði í gjár í samrøðu við ísralsku sjónvarpsrásina Channel 12 TV, at hann stuðlar kontroversiallar viðgerðir, sum skulu umvenda samkynd.

Hendan útsøgnin hevur fingið ísraelska forsetisráðharran, Benjamin Netanyahu, at taka frástøðu frá meiningunum hjá ráðharranum.

Viðgerðirnar, sum hava til endamáls at broyta seksuella ella kynsliga samleikan hjá fólki gjøgnum sálarfrøðiliga, andaliga ella kropsliga viðgerð, er nakað, sum tey flestu í Vesturheiminum taka frástøðu frá.

Hetta slagið av viðgerð hava læknafelagskapir, sum eitt nú American Medical Association í USA, flokkað sum skaðiligt.

Rafael Peretz er ortodoksur rabbinari, og stendur á odda fyri flokkinum, Jødiska Heimið. Hann gjørdist undirvísingarmálaráðharri í juni.

Í sjónvarpssamrøðuni í gjár, segði hann, at hann trýr uppá, at viðgerðir, sum skulu umvenda samkynd, rigga.

- Eg kenni nógv til undirvísingarmál, og eg havi gjørt tað, segði hann.

Hann greiddi frá, at hann sjálvur hevði umvent ein samkyndan mann.

Viðmerkingarnar hjá Peretz hevur skapt øsing millum limir í andstøðuni.

Andstøðan hevði, áðrenn stjórnarvalið í september, roynt at lýst Netanyahu sum ein forsetisráðharra, sum fór at seta eina ortodoksu indoktrinering av landinum í gongd. Meirilutin av jødisku íbúgvunum síggja seg sum óortodoks og stuðla einum sekulerum samfelagi.

Ísraelska LGBT-samfelagið krevur, at Peretz verður koyrdur sum ráðharri.

Netanyahu sigur seg hava tosað við Peretz, og sigur, at Peretz hevur fingið eina átalu.

- Eg kann ikki góðtaka viðmerkingarnar hjá undirvísingarmálaráðharranum um LGBT-samfelagið, og tær lýsa ikki sjónarmiðið hjá ísraelsku stjórnini, sigur Netanyahu í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder