Uttanlands

Ísraelski herurin tikið "Madleen"

Báturin við 12 aktivistum, sum var ávegis til Gaza við neyðhjálp, varð steðgaður av ísraelska herinum í nátt – Felagsskapurin Freedom Flotilla Coalition sigur, at manningin á bátinum er burturflutt, meðan ísraelska uttanríkismálaráðið sigur, at fólkini hava tað gott og væntast at fara heimaftur til teirra egnu lond

Mynd av manningini umborð á

Mynd av manningini umborð á "Madleen", sum Freedom Flotilla Coalition almannakunngjørdi í nátt (Mynd: EPA)

2025-06-09 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Báturin "Madleen" við 12 aktivistum umborð var ávegis til Gaza við neyðhjálp, men í nátt boðaði ísraelska uttanríkismálaráðið frá, at báturin hevði broytt kós og var ávegis til Ísrael.

Hendan fráboðanin kom, eftir at felagsskapurin, sum hevur skipað fyri túrinum, Freedom Flotilla Coalition, boðaði frá, at ísraelsk herfólk vóru farin umborð á bátin.

Umborð á bátinum vóru m.o. svenski umhvørvisaktivisturin Greta Thunberg, og franski ES-tinglimurin Rima Hassan.

Felagsskapurin hevur skrivað á sosialar miðlar, at manningin á bátinum er blivin burturflutt av ísraelska herinum.

Eisini er ein videoupptøka løgd út, Greta Thunberg m.a. sigur:

– Um tit síggja hetta, eru vit tikin og burturflutt í altjóða sjógvi.

Ísraelska uttanríkismálaráðið sigur, at aktivistarnir umborð á bátinum hava tað gott og væntast at fara heim til teirra egnu lond.

– "Selfiejáttin" er trygt ávegis til ísraelsku strondina. Fólkini umborð væntast at fara heimaftur til teirra heimlond, sigur ráðið sambært Reuters.

– Øll umborð eru trygg og óskødd. Tey fingu tvíflísar og vatn. Sýningin er liðug.

Endamálið við túrinum var at varpa ljós á kreppuna í Gaza.

Tað var væntað, at Ísrael fór at royna at forða bátinum í at koma til Gaza. Í gjár boðaði ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz frá, at hann hevði givið herinum boð um at syrgja fyri, at báturin ikki kom fram til Gaza.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder