Uttanlands

Ísrael sendir fólk til samráðingar í Katar

Herfyri upplýsti Hamas, at tey høvdu givið eitt jaligt svar til eitt uppskot um vápnahvíld

Mótmælisfólk í Tel Aviv krevja, at seinastu gíslarnir í Gaza verða leyslatnir (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Tel Aviv krevja, at seinastu gíslarnir í Gaza verða leyslatnir (Mynd: EPA)

2025-07-06 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelska stjórnin sendir í dag fólk til Katar at luttaka í óbeinleiðis samráðingum við palestinska Hamas um eina vápnahvíld og leyslating av gíslum í Gaza, upplýsa ísraelsk embætisfólk sambært m.a. Reuters og Times of Israel.

Fríggjadagin upplýsti Hamas, at tey høvdu givið eitt jaligt svar til eitt uppskot til vápnahvíld, sum varð lagt fram av meklarunum. Samstundis segði Hamas, at rørslan var sinnað at fara undir beinleiðis samráðingar um vápnahvíld.

Tað eru fólk úr Katar, Egyptaland og USA, sum hava meklað undir samráðingunum.

Uppskotið snýr seg um eina 60 dagar langa vápnahvíld, og harafturat skal Hamas leyslata helvtina av gíslunum, sum enn eru á lívi í Gaza, meðan fleiri palestinskir fangar skulu leyslatast úr ísraelskum fongslum.

Les eisini: Væntar skjótt eina avtalu millum Ísrael og Hamas


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder