Uttanlands

Ísrael og Haamas samd um friðaravtalu

Tað hevur verið stórfagnaður bæði í Tel Aviv og Khan Younis í nátt

2025-10-09 06:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var frøi á fólki bæði í Ísrael og Gaza í nátt eftir at tað frættist, at bæði Hamas og Ísrael høvdu góðtikið eitt uppskot um friðaravtalu.

Tað vístu myndir bæði úr ísraelska stórbýnum, Tel Aviv og býnum Khan Younis í Gaza, skrivar Ritzau.

Á einum filmsbroti úr Khan Younis sæst ein bólkur av palestinum, meðan tey syngja, dansa og rópa fagnaðarróp, greiðir CNN sjónvarpsstøðin frá.

- Hetta er ein søgulig løta, sum palestinar hava bíðað eftir í tvey ár, segði Khaled Shaat við CNN.

Í Tel Aviv savnaðist fólkini á torkinum, kalla gíslaplássið, miðskeiðis í býnum fyri at fegnast um avtaluna, skrivar Reuters.

Sambært CNN vóru fyrrverandi gíslar, ið eru leyslatnir av Hamas, til staðar á torginum.

- Hvør kann sova? Okkara hjørtu eru fylt við gleði, segði ein ovurfegin Hillel Mayer við CNN.

Sendinevndir frá Hamas og Ísrael hittust fyrst í vikuni í Egyptalandi fyri at tingast um eina friðaravtalu í 20 punktum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur orðað.

Fyrsti partur av avtaluni snýr seg um at leyslata gíslarnar úr Gaza og palestinskar fangar í fongslum í Ísrael.

Donald Trump segði í gjárkvøldið, at hann roknar við, at teir fyrstu gíslarnar kunnu verða leyslatnir longu mánadagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder