
Ísrael hevur lopið á leiðarar hjá palestinsku Hamas-rørsluni í Doha, høvuðsstaðnum í Katar.
Tað boðar ísraelski herurin og ísraelska trygdartænastan Shin Bet frá sambært altjóða miðlum.
Sagt verður, at endamálið var at raka limir í leiðsluni, sum "í áravís hevur staðið á odda fyri virkseminum hjá yvirgangsfelagsskapinum og høvdu beinleiðis ábyrgd av hópdrápinum 7. oktober og krígnum móti statinum Ísrael".
Ein kelda hjá Hamas sigur, sambært al-Jazeera, at toymið, sum hevur luttikið í samráðingunum um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, varð rakt undir einum fundi seinnapartin.
Stjórnin í Katar førdømir álopið, sum verður mett at vera brot á fólkarættin.
Ísraelski herurin sigur, at ísraelar royndu at avmarka skaðan á sivilfólk undir álopinum. Enn er ikki boðað frá nøkrum fólkaskaða.
Vitni í Doha boða frá fleiri spreingingum og royki yvir býin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald