Uttanlands

Ísrael lopið á 100 mál í Iran í nátt

Iran hevur í morgun sent dronur yvir Ísrael, har undantaksstøða er lýst

Ein bygningur norðanfyri iranska høvuðsstaðin Teheran, sum varð raktur í ísraelska álopinum (Mynd: EPA)

Ein bygningur norðanfyri iranska høvuðsstaðin Teheran, sum varð raktur í ísraelska álopinum (Mynd: EPA)

2025-06-13 08:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael hevur í nátt framt eitt loft á Iran. Ísraelski herurin sigur, at umleið 100 mál vórðu rakt í álopinum, sum hevði til endamáls at raka kjarnorkuverk í landinum.

Sambært ísraelska herinum vórður yvir 200 stríðsflogfør brúkt í álopinum, sum framvegis er í gongd.

Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz kallar álopið eitt "fyribyrgjandi álop", sum hevði til endamáls at forða iranska herinum í at menna eina kjarnorkubumbu.

Sambært Ritzau hevur Iran í morgun sent umleið 100 dronur móti Ísrael, og ísraelski herurin roynir nú at skjóta tær niður.

Tað var frammanundan væntað, at Iran fór at svara aftur, og tí er undantaksstøða lýst í Ísrael í dag.

Skúlar eru stongdir, tað er bannað at savnast, og heitt verður á ísraelar um at droppa alt óneyðugt arbeiði. Eisini hava sjúkrahús fingið boð um at útseta viðgerðir, sum ikki eru bráðneyðugar, og loftrúmið yvir Ísrael er stongt.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu hevur ávarað fólk um, at tey møguliga verða noydd at vera leingi í bumbuskýlum.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder