Fríggjadagin fekk Ísrael handað líkpartar frá palestinsku hernaðarrørsluni Hamas, men partarnir vístu seg ikki at stava frá nøkrum av deyðu gíslunum, sum enn eru í Gaza.
Tað staðfesta ísraelskir rættarlæknar, sum hava kannað teir í nátt.
Sambært avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 10. oktober, skal Hamas leyslata allar gíslar og útflýggja øll líkini av deyðum gíslum.
Teir 20 gíslarnir, sum vóru eftir á lívi, vórðu leyslatnir stutt eftir, at vápnahvíldin kom í gildi, men tað tykiskt at vera eitt størri arbeiði at finna fram til líkini av øllum teimum deyðu gíslunum.
Sambært Ritzau manglar Ísrael enn líkini av 11 deyðum gíslum, og sambært Hamas er torført at finna fram til líkini, men hesa frágreiðing hevur Ísrael ikki góðtikið.
Ísrael finst at Hamas fyri at vera ov leingi um at halda sín part av avtaluni.
Tað er ikki fyrstu ferð, at Ísrael hevur fingið eitt lík frá Hamas, sum vísir seg ikki at vera nakar av gíslunum. Tað hendi eisini miðskeiðis í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald