
Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, hevur nú góðkent eina ætlan at hertaka Gaza bý har norðuri í Gasageiranum. Í hesum sambandi eru 60.000 tiltaksherfólk innkallað fyri at gjøgnumføra ætlanina.
Harumframt er ætlanin at leingja tænastutíðina hjá 20.000 tiltaksherfólkum afturat.
Ætlanin um at yvirtaka býin var góðkend fyri fleiri vikum síðani av trygdarráðnum hjá ísraelsku stjórnini. Góðkenningin hjá Katz í dag inniber, at ætlanin nú fær endaliga grøna ljósið, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Sambært ísraelska herinum, IDF, verða væntandi fimm herdeildir (divisiónir) við í átakinum at fáa tamarhald á Gaza býi. Endamálið við ætlanini er, sambært Ísrael, at beina burtur tað, sum eftir er av Hamas yvirgangsbólkinum í økinum.
Íbúgvar verða sendir suðureftir
Væntandi fáa fleiri hundratúsund palestinar í næstum boð um at rýma úr býnum og fara til flóttafólkalegurnar har suðuri í Gaza.
Fleiri altjóða mannarættindafelagsskapir hava funnist at ætlanunum. Tey ávara um, at nógv fólk fara at liggja eftirá, og at humanitera vanlukkan bara veksur enn meira, um stríðið um Gaza bý herðist.
Eisini vísa tey á, at tað fer at elva til stórar trupulleikar um stórar fólkamongdir aftur skulu flytast til sunnara part av Gasageiranum.
Sambært felagsskapum við tilknýti til ST hava sjúkrahúsini har suðuri í landslutinum longu stórar avbjóðingar við plásstroti og at støðan verður lívshóttandi um nógv fleiri fólk koma til økið.
Royna at semjast um vápnahvíld
Sambært IDF verður tiltaksherurin ikki settur inn fyrr enn í september. Hetta gevur Katar og Egyptalandi, sum við amerikanskum stuðli mekla millum Ísrael og Hamas, nakrar dagar afturat til at koma við eini loysn á stríðnum, sum báðir partar kunnu góðtaka.
Nýggju ísraelsku ætlanirnar leggja enn meira trýst á Hamas, sum fyrr í vikuni boðaði frá, at felagsskapurin tekur undir við seinasta uppskotinum frá meklarunum um vápnahvíld.
Sambært uppskotinum skal vápnahvíldin vara í 60 dagar, og inniber eisini, at eitt ávíst tal av ísraelsku gíslunum og palestinskir fangar skulu latast leysir.
Ísrael hevur enn ikki tikið støðu til seinasta uppskotið. Landið hevur tó í vikuni endurtikið síni krøv um at tað bert góðtekur eitt uppskot, sum inniber, at allir 50 gíslarnir verða leyslatnir, ikki bert nakrir teirra.
Mett verður, at 20 av gíslunum framvegis eru á lívi.
Ísraelski herurin leyp á Gasageiran sum svar upp á Hamas-álopið á Ísrael 7. oktober 2023. Umleið 1.200 fólk doyðu og 251 vórðu tikin gísla undir álopinum.
Minst 62.000 fólk eru deyð í Gasageiranum síðan tá, sambært heilsumálaráðnum í Gaza, skrivar yle.fi við AFP og Reuters sum keldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald