Ísraelski herurin, IDF, hevur handtikið 100 mótmælisfólk eftir at vera farin umborð á eitt bátafylgi við kós móti Gaza. Tað skrivar miðilin Al Jazeera.
Í bátaafylginum eru 54 før, sum fóru úr turkiska býnum Mamaris hósdagin. Tað er javnan, at skipafylgir við mótmælisfólkum royna at bróta ísraelska stongsulin av Gaza.
IDF fór umborð á bátarnar út fyri Kypros og handtók motmælisfólkini eftir at hava ávarað tey um at broyta kós og sigla heimaftur, skrivar miðilin The Times of Israel.
Handtiknu mótmælisfólkini verða nú flutt til ísraelska havnabýin, Ashdod, men sambært Al Jazeera hava bátarnir ongar ætlanir um at støðga teirra ferð móti Gaza, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald