Uttanlands

Ísrael fingið tvey lík afturat

Líkini eru eyðmerkt, og talan er um tveir mans, sum vóru ávikavist 25 og 84 ára gamlir

Leitað verður eftir líkum í Khan Younis í sunnara parti av Gazageiranum (Mynd: EPA)

Leitað verður eftir líkum í Khan Younis í sunnara parti av Gazageiranum (Mynd: EPA)

2025-10-31 07:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hamas handaði hósdagin Ísrael líkini av tveimum gíslum afturat, og Ísrael hevur nú váttað, at talan er um tveir gíslar, sum vórðu tiknir av Hamas 7. oktober 2023.

Talan er um 25 ára gamla Sahar Baruch og 84 ára gamla Amiram Coopper, skrivar Ritzau.

Skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu boðar frá, at avvarðandi eru kunnað um, at eyðmerkinging av líkunum er liðug.

Higartil hevur Ísrael fingið líkini av 17 av 28 deyðum gíslum. Sambært avtaluni um vápnahvíld, sum kom í gildi 10. oktober, skal Hamas lata ísraelum líkini av øllum gíslunum, sum eftir eru í Gaza.

Ísrael hevur funnist at Hamas fyri at brúka ov langa tíð um hetta, men frágreiðingin hjá Hamas er, at tað tekur langa tíð at finna øll líkini.

Bæði Ísrael og Hamas leggja hvønn annan undir at bróta vápnahvíldina, og tað hava eisini verið fleiri álop í Gaza seinastu tíðina. M.a. vórðu fleiri ísraelsk álop framd náttina til mikudagin, eftir at eitt ísraelsk herfólk hevði latið lív í einum álopi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder