Uttanlands

Ísrael fingið líkini av øllum gíslunum

Nú eru ikki fleiri gíslar eftir í Gaza, boðar ísraelski herurin frá

Fólk hjá Reyða Krossi og Hamas leita eftir gíslum í Gaza - Desember 2025 (Mynd: EPA)

Fólk hjá Reyða Krossi og Hamas leita eftir gíslum í Gaza - Desember 2025 (Mynd: EPA)

2026-01-26 16:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru ikki fleiri gíslar eftir í Gaza. Tað boðar ísraelski herurin frá á sosiala miðlinum X, eftir at líkið av síðsta ísraelska gíslanum er heintað.

Talan er um líkið av 24 ára gamla løgreglumanninum, Ran Gvili, sum sambært herinum doyði undir álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023. Síðani varð lík hansara flutt til Gaza, skriva tíðindastovurnar Ritzau og Reuters.

– Hetta er eitt serstakt bragd fyri statin Ísrael. Vit lovaðu, og eg lovaði, at fáa allar aftur, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.

Sum liður í avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi í oktober, skuldu allir teir livandi gíslarnir, sum vóru eftir í Gaza, leyslatast, og eisini skuldi Hamas útflýggja líkini av teimum deyðu, sum vóru eftir í økinum. Tá vóru 48 gíslar eftir. Afturfyri vórðu fleiri hundrað palestinskir fangar elyslatnir úr Ísrael.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder