Hamas hevur nú handað Ísrael líkini av 23 av 28 deyðum gíslum, sum vóru eftir í Gazageiranum, tá avtalan um vápnahvíld kom í gildi fyri nærum einum mánað síðani, skrivar Ritzau.
Í gjár fekk Ísrael enn eitt lík, og tað er nú váttað, at talan er um ein av gíslunum.
Sambært avtaluni um vápnahvíld, sum kom í gildi 10. oktober, skuldu teir 48 gíslarnir, sum enn vóru í Gazageiranum, leyslatast. Umframt teir 28 deyðu vóru 20 aðrir gíslar framvegis á lívi. Teir vórðu leyslatnir í oktober.
Afturfyri hevur Ísrael latið umleið 2000 palestinskar fangar leysar úr ísraelskum fongslum.
Millum tey 23 líkini, sum Ísrael hevur fingið, eru 20 ísraelar. Hini eru úr ávikavist Thailandi, Nepal og Tansania.
Ísrael hevur funnist at Hamas fyri at vera ov leingi um at útflýggja deyðu gíslarnar, men sambært palestinsku rørsluni er talan um eina drúgva tilgongd, tí at nógv lík liggja undir toftunum í krígsrakta økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald