Mentan

Íslendskur kultbólkur vitjar 200

Legandariski íslendski kultbólkurin HAM kemur til Føroya at vitja vinmenninar 200 – spæla í OY og Listastovuni næsta vikuskiftið

2025-11-05 20:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vinarlagið millum 200 og HAM hevur verið heilt síðani bólkarnir spældu saman á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn fyrst í 00’unum, og samband verið líka síðani. 

Seinast spældu bólkarnir saman í Reykjavík í 2023, og á 200-plátuni “Reytt Pass” frá 2016 var Óttar Proppe frá HAM eisini gestasangari á lagnum ‘Kristin Dómur’.

Bólkarnir hava eisini gjørt samrøðu í beinleiðis sjónvarpstíðindasending í RUV, har Niels á góðum íslendskum greiddi frá hvussu “tidndingarmikið bjartskygni millum brøðratjóðirnar er”. 

Nú er tíðin komin til at HAM vitjar 200 í Føroyum. Fyrst í Listastovuni 14. november, og síðani í OY 15. november. 

Eftir at 200 góvu út plátuna ‘Reyvheart’, ta sjeyndu í røðini, eru fyrireikingar so smátt í gongd til áttandu plátuna ‘EL OCHO’.

HAM hava givið út átta plátur. Ta fyrstu í 1989, og ta seinastu í 2020, ‘Chromo Sapiens’.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder