
Í vikuni varð 41. ársfundurin hjá Útnorðurráðnum hildin í Grønlandi.
Serstakt fyri ársfundin hesa ferð er, at tað í ár eru liðin 40 ár, síðani Útnorðurráðið varð sett á stovn.
Á ársfundinum viðtók Útnorðurráðið nýggja strategi fyri altjóða samstarv við tí endamáli at vera ein viðurkendur millumtingafelagsskapur og samstarvsfelagi í Norðuratlantshavi, í Norðurlondum og Arktis, skrivar heimasíðan hjá løgtinginum.
Eisini varð nýggjur formansskapur valdur fyri komandi ár.
Ísland tekur við formansskapinum við nýggja formanninum, Jón Gnarr, Bjørt Samuelsen verður 1. næstforkvinna og verandi formaður, Kim Kielsen, verður 2. næstformaður, skrivar heimasíðan hjá Løgtinginum.
Tvær tilráðingar vórðu lagdar fram á fundinum - ein um trygdar- og verjustøðu í Norðuratlantshavi og ein um verju av undirstøðukervinum í Norðuratlantshavi.
Føroyska sendinevndin legði tilráðingina um trygdar- og verjustøðu í Norðuratlantshavi fram.
Við hesi tilráðing verður heitt á stjórnirnar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum um at lýsa hesi viðurskifti nærri. Hetta inniber eina nágreining av trygdar- og verjupolitisku støðuni hjá londunum í útnorði, eins og hvussu hesi londini kunnu samstarva á hesum økinum. Uppskotið varð einmælt samtykt, skrivar heimasíðan hjá Løgtinginum.
Tingforfólkini í teimum trimum londunum eru eisini samd um at taka upp aftur siðvenjuna at hittast til ein árligan fund at umrøða felags viðurskifti og áhugamál. Londini skiftast um at vera vertur fyri fundunum, og fyrsta fundin í komandi ári verður Løgtingið vertur fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald