2025-12-18 13:42
Danska fólkatingið skal ikki rinda fyri føroyskar oyggjaleikir. Tað hevur ÍSF boðað donsku myndugleikunum frá.
Hetta skrivar Dimmalætting á netinum í dag.
Tað festi eld í tá fólkatingslimurin hjá Sambandsflokkinum, Anna Falkenberg, boðaði frá, at fólkatingið fór at játta 2,5 milliónir til Oyggjaleikir, sum verða í Føroyum í 2027.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, vísti á, at eingin hevði biðið um hesar pengarnar.
Nú hevur ÍSF so tikið avgerð um, at tikið ikki verður ímóti hesum pengunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald