Í dag fyllir Isabella prinsessa – næstelsta barnið hjá Fríðrikki kongi og Mary drotning – 19 ár, og í hesum sambandið hevur kongshúsið lagt út nýggjar myndir av prinsessuni.
Myndirnar vórðu tiknar á Amalienborg í Keypmannahavn í vikuni undan føðingardegnum. Kongshúsið upplýsir ikki hvussu prinsessan fer at halda føðingardagin, skrivar Danmarks Radio.
Í løtuni gongur prinsessan á miðnámi á Øregård Gymnasium í Hellerup, haðani hon fær studentsprógv í summar. Síðan eltir hon slóðina hjá pápanum, og fer at røkja hertænastu hjá Gardehusarregimentinum í Slagelse.
Isabella prinsessa verður tann fyrsta í kongsfamiljuni, sum skal í víðkaða herskyldu í 11 mánaðir, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald