Uttanlands

Írland: Næstan allar avmarkingar úr gildi

Írland hevur klárað seg gjøgnum omikronstormin, sigur írski forsætisráðharrin

Nú er ikki longur neyðugt við øllum avmarkingunum, sigur írski forsætisráðharrin, Michael Martin (Mynd: EPA)

Nú er ikki longur neyðugt við øllum avmarkingunum, sigur írski forsætisráðharrin, Michael Martin (Mynd: EPA)

2022-01-22 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Myndugleikarnir í Írlandi hava nú strikað nærum øll koronutiltøkini í landinum.

Kravið um frástøðu og at skeinkistøð og matstovur skuldu lata aftur tíðliga, fór úr gildi í morgun, og tað sama gjørdi koronupassið.

Fyri einum mánað síðani vórðu tiltøkini í landinum annars herd orsakað av vaksandi smittutalinum, men írski forsætisráðharrin heldur nú, at Írland hevur klárað seg gjøgnum omikronstormin, sum hann málber seg.

– Vit eru komin fram til, at grundgevingarnar fyri at halda fast í flestu avmarkingunum, ikki longur eru hóskandi. Meginparturin av teimum avmarkingunum, sum hava verið noydd at liva við, verða strikaðar, segði forsætisráðharrin, Michael Martin sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder